Vága Floghavn
Útgivið
3. juni 2026
Útgongur
10. juni 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Summarstarv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Hevur tú áhuga fyri bygging, tekniskum tekningum og verkætlanum?

Vága Floghavn søkir eftir einum dugnaligum og ágrýtnum summarfugli til verkætlanardeildina. Talan er um eitt spennandi summarstarv, har tú fært høvi at arbeiða saman við okkara verkætlanarleiðara og vera við til at skráseta og tekna verandi viðurskifti á flogvøllinum.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki
Tínar høvuðsuppgávur verða m.a. at:

  • Tekna og dagføra verandi bygningar, øki og teknisk viðurskifti á flogvøllinum
  • Hjálpa prosjektleiðarum við skráseting og dokumentatión
  • Arbeiða við tekniskum tekningum í AutoCAD og Revit
  • Skipa og viðlíkahalda skjøl og upplýsingar í SharePoint
  • Arbeiða sambært galdandi skipanum og standardum, herundir Molio (BIPS) A104

Krøv til útbúgving og førleikar
Tínar høvuðsuppgávur verða m.a. at:

  • Tekna og dagføra verandi bygningar, øki og teknisk viðurskifti á flogvøllinum
  • Hjálpa prosjektleiðarum við skráseting og dokumentatión
  • Arbeiða við tekniskum tekningum í AutoCAD og Revit
  • Skipa og viðlíkahalda skjøl og upplýsingar í SharePoint
  • Arbeiða sambært galdandi skipanum og standardum, herundir Molio (BIPS) A104
  • Ágóðar við starvinum

Vit bjóða

  • Eitt spennandi og læruríkt summarstarv í einum serstøkum arbeiðsumhvørvi
  • Møguleika at arbeiða við veruligum verkætlanum á Føroya altjóða flogvølli
  • Góða innleiðslu og vegleiðing frá okkara verkætlanarleiðara
  • Gott arbeiðsumhvørvi við dugnaligum starvsfeløgum

Starvstíðarskeið
Starvið er eitt tíðaravmarkað summarstarv í summarfrítíðini 2026.

Arbeiðstíð og tíðarskeið verða avtalað nærri.

Umsóknarfreist
Seinasta freist at søkja starvið er mikudagin 10. juni 2026, men tað kann vera ein fyrimunur at søkja beinanvegin, tí umsóknir verða viðgjørdar so hvørt tær koma inn.

Søk starvið.

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jón Nordendal, verkætlanarleiðara í Vága Floghavn, jono@fae.fo / 78 44 12.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær!

Líknandi størv

28. maj 2026
21. maj 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið