Lýsing
Av tí at virksemið á smoltstøðini framhaldandi økist, hava vit tørv á einum fiskarøktara.
Tú verður ein partur av einum stórum toymi av dugnaligum starvsfólkum við drúgvum royndum innan aling.
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.
- Røkta fisk
- Tryggja góða fiskaheilsu og vælferð
- Tryggja góða vatngóðsku
- Ymiskt fyrifallandi arbeiði
Vit krevja onga ávísa útbúgving ella royndir. Tú fært góða upplæring frá okkum.
Vit vænta tó, at tú
- Ert røkin og álítandi
- Ert arbeiðssom/-samur
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
- Dámar at loysa uppgávur
- Ert áhugað/ur at arbeiða við djórum
Tú verður partur av framleiðslutoyminum, og vanliga arbeiðstíðin er gerandisdagar frá kl. 08:00 til 16:00. Tó verður arbeitt aðrar tíðir viðhvørt.
Hjá Hiddenfjord leggja vit stóran dent á, at starvsfólkini kenna seg trygg og vird.
Vit bjóða
- Góð og skipað arbeiðsviðurskifti
- Nútíðarlig amboð og útgerð
- Eitt fjølbroytt arbeiðspláss við nógvum ymiskum starvsbólkum
- Persónliga og fakliga førleikamenning
- Eitt áhugavert og avbjóðandi starv við nógvari nýhugsan
Lønin verður eftir avtalu.
Vilt tú vita meira um starvið?
Ert tú vælkomin at seta teg í samband við Niels Andreasen, framleiðsluleiðara.
Telefon: +298 220355
Teldupostur: niels.andreasen@hiddenfjord.com
Umsóknir skulu sendast til starv@hiddenfjord.com í seinasta lagi 22. juni 2026.
Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.
Um Hiddenfjord
Hiddenfjord er ein føroysk familjufyritøka, sum elur laks í Føroyum. Felagið hevur verið í stórari menning í mong ár og hevur í løtuni umleið 250 starvsfólk.
Fyritøkan hevur smoltstøð, aling, góðskingarvirki og søludeild. Á smoltstøðini arbeiða 40 fólk, harav 15 eru fiskarøktarar.
Hiddenfjord leggur stóran dent á at ala í samljóði við náttúruna, so framtíðarmøguleikar ikki verða darvaðir av nútíðarvirksemi.