Lýsing
Um størvini
Sum ein partur av toyminum í maskinrúminum, ert tú við til at tryggja, at ferðafólk uppliva eina trygga, álítandi og professionell tænastu hjá SSL.
Við at røkja tínar ásettu arbeiðsuppgávur á høgum fakligum støði ert tú við til at tryggja, at rakstur, trygd og tænasta ganga hond í hond – og at upplivingin hjá okkara viðskiftafólki altíð er í fremstu røð. Tú verður partur av einum toymi, sum hevur ein týðandi leiklut í at binda Føroyar saman, og har tín innsatsur veruliga ger mun hvønn einasta dag.
Dagliga farleiðin hjá Smyrli er Tvøroyri – Tórshavn. Umstøður eru at búgva umborð.
Les meira: https://setan.ssl.fo/JobAd/Details/177