Lýsing
Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi á starvsbrøki 0,8 til B8 at byrja 01.01.2023. Talan er um eitt fast starv í skiftandi vaktum.
B8 er ein medisinsk deild, ið tekur móti elektivum og akuttum sjúklingum. Deildin hevur pláss fyri 12 sjúklingum. Virksemið á deildini er í tøttum samstarvi við tey ambulatoriir, ið tilhoyra somu sergreinar sum deildin. Sjúkrarøkt og viðgerð eru innan sergreinarnar kardiologi og lungamedisin. Væntandi flyta vit í H-bygningin í komandi ár og tí verða broytingar í bæði organisering og arbeiðsplasering.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum
- Sjúkrarøkt og viðgerð til sjúklingar innan sergreinar á deildini
- Útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina
Dentur verður lagdur á
- Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Fakligar royndir innan sergreinarnar
- Góð tvørfaklig samstarvsevni
- Góðan telduførleika
- Vilja og evni til at brúka reflektión sum lið í menningini
- Undirvísa og miðla vitan skrivliga eins væl og munnliga til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi og aðrar samstarvspartnarar, eisini primersektorin
Vit kunnu bjóða
- Innleiðslu og upplæring
- Eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt umhvørvi
- Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
- Jaligt tvørfakligt samstarv
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsningar um starvið fáast við at venda sær til Katrin á Lakjuni, deildarleiðara á B8, tlf. 304599 - lokal 6068 ella t-post katal@ls.fo.
Umsóknarfreistin er tann 12.11.2022.
Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skula havast við til møguliga samrøðu.
Vinarliga søk starvið her.
Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu seks mðr., skal negativ MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.
Á okkara heimasíðu www.ls.fo kann ein síggja okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni ”um okum”.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.