Lýsing
Diagnostiski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir læknaskrivarum ella skrivarum til Røntgendeildina til setan 01.12.2022 ella eftir nærri avtalu. Talan er um tvey føst størv á 39 tímar um vikuna.
Um okkum
Á Landssjúkrahúsinum starvast 1100 starvsfólk, harav umleið 25 eru staðsett á Røntgendeildini.
Á røntgendeildini starvast 1 deildarleiðari, 4 røntgenlæknar, 14 radiografar og 3 læknaskrivarar.
Deildin ger umleið 39.000 kanningar um árið, sum verða ávístar av sjúkrahús- og kommunulæknum, og samstarvar við onnur sjúkrahús bæði innan- og uttanlands. Eisini verða ávísar kanningar sendar uttanlands at verða greinaðar.
Um teg
Tú hevur áhuga at arbeiða á sjúkrahúsi, og ynskir at geva títt íkast, bæði fakliga og sosialt, fyri einum góðum trivnaði á deildini.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum
- At bóka tíðir til CT-, MR-, ultraljóðskanningar, mammografi og aðrar røntgenkanningar
- Skriva røntgenfrágreiðingar
- Telefonavgreiðsla
- Teldupostasamskifti
- Umsetingar
- Móttøka og skrásetan av sjúklingum
- Aðrar skrivarauppgávur eftir tørvi
Førleikakrøv
- Útbúgvin læknaskrivari ella skrivari
- Góð samstarvsevni og jaligt lyndi
- Fakligan áhuga fyri arbeiðinum á deildini
- Góðan málførleika
- Góðan telduførleika
- Vilja og hug at miðla vitan
Vit bjóða
- Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
- Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
- Positivt tvørfakligt samstarv
- Upplæring á deildini
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Lisu Frederiksberg, deildarleiðara, á tlf. 304599 - lokal 5507 ella t-post Lisa.Frederiksberg@ls.fo.
Umsóknarfreistin er tann 13.11.2022.
Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skula havast við til møguliga samrøðu.
Vinarliga søk starvið her.
Á okkara heimasíðu www.ls.fo kann ein síggja okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni ”um okum”.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.