Lýsing
Leitar tú eftir nýggjum avbjóðingum og einum góðum arbeiðsplássi? So er tað kanska tær vit leita eftir. Vit søkja eftir framleiðslufólki til mjøl- og lýsiframleiðsluna á Havsbrún at byrja sum skjótast.
Havsbrún er eitt altjóða viðurkent virkið við trimum framleiðsludeildum: Mjøldeildin, ið framleiðir fiskamjøl og lýsi. Fóðurdeildin, ið framleiðir fóður til laks, og laksadeildin, ið framleiðir mjøl og lýsi burturúr laksainnvøli.
Arbeiðsøki
Á Havsbrún starvast 100 starvsfólk, av teimum starvast 40 starvsfólk á Mjøldeildini. Sum framleiðslufólk ert tú partur av einum toymi, sum framleiðir fiskamjøl og lýsi. Arbeitt verður í 12 tíma vaktum, tá fiskur er, og tá eru 4-5 fólk á hvørjari vakt. Tá ongin fiskur er verður arbeitt mánadag til fríggjadag frá kl. 8-16.
Arbeiðið á mjølvirkinum er fjølbroytt, og tú kemur at røkja fylgjandi arbeiðsuppgávur:
- Framleiðsla
- Viðlíkahald og reinhald av útgerð og virki
- Reinsa lýsi
- Annað fyrifallandi arbeiði
Tín vangamynd
Vit søknast eftir einum ágrýtnum starvsfelaga, sum er røsk/raskur og positiv/ur, umframt at viðkomandi dugir at arbeiða saman við øðrum.
Vit bjóða
Vit bjóða eitt fjølbroytt og støðugt starv í eini dynamiskari fyritøku í menning. Tú verður partur av eini fyritøku, ið skapar virðir til føroyska samfelagið við at framleiða heimsins bestu matvøru úr lokalari rávøru. Vit gagnnýta allan fiskin og leggja stóran dent á burðardygd. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Frank Poulsen, framleiðsluleiðara, tlf. 744770, fhp@havsbrun.fo.
Umsókn
Umsóknarfreistin er 20. novembur 2022.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin "Søk starvið" niðanfyri.
Um Bakkafrost samtakið
Havsbrún er partur av Bakkafrost samtakinum. Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum, og søla- og umsiting er eisini í Grimsby, Edinburgh og New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.644 starvsfólk (ársverk).