Lýsing
Hevur tú hugsjónir og dirvi at ganga nýggjar leiðir, ert tú tann fakliga sterki lærarin og megnar tú at standa á egnum beinum í einum sterkum starvsfólkahópi, so hevur tú møguleika at søkja leysa starvið hjá okkum.
Vit søkja eftir einum lærara í tíðaravmarkað starv frá 01.08.2026 – 31.07.2027.
Okkum tørvar flokslærara, lærara, ið kann undirvísa í støddfrøði, kristni, samfelagsfrøði, landafrøði, donskum, ítrótti/svimjing, alis/evnafrøði og møguliga í øðrum lærugreinum.
Tann, ið settur verður, skal undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans, taka lut í dagliga virksemi skúlans innan teir karmar, ið virðisgrundarlag skúlans ásetir.
Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava læraraútbúgving og førleika í viðkomandi lærugreinum.
Lønar- og setanartreytir
Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, ið settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Starvið verður lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2, sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
Barnaváttan verður kravd í sambandi við allar setanir í Sørvágs skúla.
Umsóknir, við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum, skulu sendast til Sørvágs skúla, Skúlavegi 13, 380 Sørvági - dania.niclasen@skulin.fo - og vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 6. aug, 2026 kl. 12.00.
Meiri fæst at vita við at seta seg í samband við Daniu Niclasen, skúlastjóra, á tlf. 233221 ella á t-post: dania.niclasen@skulin.fo. Sí annars heimasíðu skúlans.