Lýsing
Verkfrøðingur ella maskinmeistari til verkætlanardeildina á Landsverki (farloyvisstarv).
Landsverk sóknast eftir dugnaligum verkfrøðingi ella maskinmeistara til spennandi uppgávur og verkætlanir innan orkuskifti- og umleggingar, tekniskar skipanir, ventilatión v.m. Hartil møguligar uppgávur innan verkætlanarleiðslu annars.
Vit vænta, at tú
- Hevur útbúgving og royndir sum verkfrøðingur ella maskinmeistari. Innlit og royndir innan orku og tekniskar bygningsskipanir, er týðandi fyrimunur
- Hevur góðar samskiftisførleikar, bæði í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í tvørfakligum toymi
- Hevur lætt at samstarva við ymsar fakbólkar, ráðgevar og arbeiðstakarar
- Er virkisfús/ur og dugir at leggja til rættis
- Hevur gott yvirlit og góða hugsavnan
- Hevur góðan hug til at arbeiða við at menna og íverkseta nýggjar arbeiðshættir
Vit bjóða
- Eitt spennandi og avbjóðandi starv við fjølbroyttum og mennandi uppgávum í eini deild, sum hevur nógv um at vera
- Eitt starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning, umframt síðumansupplæring
- Eitt starv í einum toymi við fjølbroyttum fakbólkum
- Frælsi at leggja egið arbeiðið til rættis
Løn og setan
Starvið verður sett skjótast tilber. Talan er um fast starv fulla tíð, tó við møguleika fyri nakað niðursettari tíð um tað ynskist. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum FMR og AKF ella Maskinmeistarafelagið. Starvsetti má tola broytingar í starvinum.
Starvið er tíðaravmarkað til 1 ár, at byrja 1. februar 2023 ella eftir avtalu.
Umsóknir
Prógv og lívrensl (CV) skulu saman við umsókn sendast umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 22. november 2022.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Sigurð Ó. Vang, deildarleiðara á tlf. 29 08 71 ella siva@lv.fo
Landsverk byggir land
Landsverk er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, ið hevur um hendi vega-, havna-, bygnings- og byggiharrauppgávur v.m. Farnu árini hevur verið arbeitt við at skipa ein effektivari bygnað og ala fram ein hugburð og atburð, sum ger Landsverk til ein sterkari og meiri skikkaðan byggiharra og umsitara av landsins ognum og okkara felags samferðslukervi.
Játtanin hjá Landsverk til íløgur í 2022 er 640 mió., og á stovninum starvast í løtuni uml. 142 starvsfólk.