Lýsing
Nú spildurnýggja kondittaríið er latið upp, og undirtøkan hevur verið fantastisk, hava vit tørv á fleiri hondum í kreativa, søta køkinum hjá okkum. Vit leita eftir einum hjálparfólki til toymið, ið framleiður ís og køkur. Tú kemur at luttaka í dagligu framleiðsluni og ert við í kreativu menningini av vøruúrvalinum. Á tann hátt ert tú eisini við til at seta tín dám á arbeiðsdagin.
Sum persónur ert tú ábyrgdarfullur, títt arbeiðið er skipað, tú arbeiður væl sjálvstøðugt líka so væl sum í einum toymi, og so brennur tú sjálvandi fyri kondittarahandverkinum 🙂
Talan er um eitt starv á 30 tímar um vikuna, har arbeiðstíðin vanliga liggur millum kl. 7 og kl. 18 mánadag til fríggjadag og viðhvørt í vikuskiftinum.
Send okkum tína umsókn umvegis leinkjuna her: https://hr.sms.fo/Application/Index/2209.
Hevur tú spurningar til eitthvørt, kanst tú venda tær til Malene Fisker Waag, stjóra, á telefon 787912.