TÓRSHAVNAR PRIVATA VISTARHEIM
Útgivið
10. november 2022
Útgongur
18. november 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Tórshavnar Privata Vistarheim søkir eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi at byrja 1. januar 2023 ella eftir avtalu.

Starvið.
Vit sóknast eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi, sum hevur hug og hegni at arbeiða við fólki við sálarsjúku, og sum evnar at stimbra, menna og fjálga um búfólkini. Vit søkja eftir fólki, ið eru fleksibul og tolin av lyndi og hava hug at arbeiða, har eingin dagur er eins og har oftani má hugsast kreativt.

Umsøkjarar skulu hava prógv sum sjúkrarøktarfrøðingar. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur royndir innan psykiatriska økið. Tann sum settur verður, má tola broytingar í starvinum.

Setanarbrotið fyri starvið er 0,8 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðið umfatar skiftandi vaktir og arbeitt verður 3. hvørt vikuskifti. Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Vistarheimið.
Vistarheimið er eitt sambýli og heim hjá fólki við sálarligum sjúkum og avbjóðingum. Eitt heim, har dentur verður lagdur á at menna og stimbra og skipa ein innihaldsríkan dag fyri húsfólkið.

Til ber at fáa meiri at vita um starvið við at venda sær til Asbjørg Jacobsen á tlf. 598239, ella Vígdis Jacobsen á 213381.

Umsóknir skulu vera Vistarheiminum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 18. novembur 2022 kl. 16.

Umsóknir skulu sendast til:

Tórshavnar Privata Vistarheim
Argjavegur 26A, 160 Argir

Ella til:

fuglveg1@olivant.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið