KLAKSVÍKAR SJÚKRAHÚS
Útgivið
14. november 2022
Útgongur
28. november 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum til seingjardeildina.

  • Tvey føst størv á lønarbrøki 0,8 í skiftandi vaktum frá 1. februar 2023.
  • Eitt barnsburðaravloysarastarv á lønarbrøki 0,8 í skiftandi vaktum frá 1. februar
    2023 til 31. mars 2024.

Seingjadeildin er blandað skurð- og medisinsk deild, har tikið verður ímóti akuttum og planløgdum
sjúklingum. Dagskurð og viðrakning er á deildini. Deildin hevur pláss fyri 22 sjúklingum. Í
sjúkrarøktini verður arbeitt í toymum.

Krøv til umsøkjaran:
• prógv og góðkenning
• royndir frá skurð- og medisinskari deild er ein fyrimunur
• góð tvørfaklig samstarvsevni
• góðan telduførleiki
• vilja og evni at brúka reflektión sum lið í menningini.

Vit kunnu bjóða:
• innleiðslu og upplæring
• fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
• positivt tvørfakligt samstarv
• dynamiskt og fjøllbroytt arbeðisumhvørvi við nógvum avbjóðingum.

Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri upplýsingar um størvini fáast frá Miriam Hjelm, med. deildarleiðara telefon 40 45 58 og

Ingrid Petersen, kir. deildarleiðara telefon 40 45 50.

Umsókn, saman við prógvi, góðkenning og møguligum viðmælum, skal sendast til
umsokn@ks.fo.

Umsóknarfreistin er mánadagin 28. novembur 2022

Á heimasíðuni www.ks.fo er meira kunning um Klaksvíkar sjúkrahús.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið