KLAKSVÍKAR SJÚKRAHÚS
Útgivið
16. november 2022
Útgongur
30. november 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir fysioterapeutum til Terapideildina á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Tvey barnsburðaravloysarastørv á lønarbrøki 1,0 frá 1.februar 2023 til 30. apríl 2024

Førleikakrøv:

  • Umsøkjarin skal hava prógv og góðkenning sum fysioterapeutur
  • Góð samstarvsevnir og fleksibilitet
  • Evnir at arbeiða sjálvstøðugt, í toymi og skapa sær yvirlit
  • Evnir at arbeiða við bólkum.

Setanartreytir:

  • Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Fysioterapeutfelag
    Føroya og Ergoterapeutfelagið.

Um tú ynskir at vita meira um størvini ert tú vælkomin at seta teg í samband við Benadictu Sólheim Ellingsgaard telefon 45 45 45 lokal 4668 ella teldupost benadicta@ks.fo

Umsókn, saman við avriti av prógvi og CV, skal sendast til: umsokn@ks.fo

Umsóknarfreistin er 30. november 2022.

Á heimasíðuni www.ks.fo er meira kunning um Klaksvíkar sjúkrahús.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og
Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Á heimasíðu okkara www.ks.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið