Lýsing
Familjudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir ljósmøðrum til Barnakonueindina. Talan er um 1 fast starv á brøki 1,0 og 2 barsilsvikariat á brøki 0,8 til og við 31.08.2023. Størvini eru til setan skjótast gjørligt.
Familjudepilin er skipaður í trý klinisk fokusøkir. Økini eru Barnakonueindin, Børn og Ung somatik og Børn og Ung psykiatri.
Familjudepilin er stovnaður við tí endamáli, at stuðla undir alla tilgongdina hjá barnakonum og barnafamiljum, børnum og ungum, frá gitnaði til barnið er 18 ár.
Familjudepilin varð settur á stovn 01.06.2021.
Um eindina Barnakonueindin
Virksemi á Barnakonueindini er staðsett á Landssjúkrahúsinum og úti í primær geiranum.
Virkisøkið er viðgonga, føðing og eftirføðing.
Endamálið er at veita viðgerð og røkt til barnakonur/mammur, nýfødda barnið og familjuna sum heild.
Hetta verður gjørt í tøttum tvørfakligum samstarvi millum fakbólkarnar, sum eru knýttir at eindini og í heilsuskipanini annars.
Eindin er eitt spennandi og mennandi starvsstað við nógvum framtíðaravbjóðingum.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum
- Viðtalur á LS og kring landið, bæði í viðgongutíðini og eftir føðing
- At vara av innløgdum barnakonum
- At vara av barnakonum og avvarðandi undir føðing
- At vara av mammu, barni og nýggju familjuni dagarnar eftir føðing
- Heimavitjanir
- Føðifyrireiking
Dentur verður lagdur á
- Prógv og góðkenning sum ljósmóðir
- Smidleika í mun til vaktir og vilja til at taka eyka tak tá tørvur er á tí
- Ynski um at arbeiða innan alt virkisøkið
- Ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivnað á deildini
- Góð samstarvsevni og eitt opið og jaligt sinni
- At tú kanst arbeiða sjálvstøðugt
- Royndir innan viðgongu, føðing og barsil
- At tú megnar at undirvísa og miðla vitan skrivliga og munnliga
- Hug til fakliga menning og avbjóðingar
- Góðan telduførleika
Vit bjóða
- Felags innleiðslu fyri nýsettum starvsfólkum, umframt innleiðslu á deildini
- Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
- Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Ljósmøðrafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at seta seg í samband við Rannvá Debes Christiansen, leiðandi ljósmóðir og funktiónsleiðara, á tlf. 304500 lokal 5301.
Umsóknarfreistin er tann 01.12.2022.
Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skulu havast við til møguliga samrøðu.
Vinarliga søk starvið her.
Um viðkomandi sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Norðanlond og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.
Á heimasíðu okkara www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni "um okkum."
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.