Lýsing
Á Bráðdeplinum á Landssjúkrahúsinum er eitt starv sum inniportørur leyst at søkja.
- Talan er um fulltíðarstarv til setan 01.01.2023 ella eftir nærri avtalu.
Inniportørurin er partur av starvsfólkahópinum í Sjúkraflutningstænastuni við staðseting á Landssjúkrahúsinum. Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag.
Umframt at virka sum inniportørur á Landssjúkrahúsinum, kemur tann, sum settur verður, eisini at røkja uppgávuna sum sektiónsteknikari. Til tað krevst síðumannsupplæring, sum núverandi sektiónsteknikari kemur at standa fyri.
Tann, ið settur verður, kemur at vera ein partur av dagliga portørvirkseminum á Landssjúkrahúsinum, og fevnir starvið í høvuðsheitum um:
- at flyta sjúklingar millum deildir
- at flyta sjúklingar til ymiskar kanningar og aftur til deildina
- at flyta sjúklingar frá bráðmóttøkuni til røntgen og víðari til deildina
- at flyta reinar og skitnar sengur til og frá deildum og seingjarreiðing
- at hava ábyrgd av portørarbeiði, inni á Landssjúkrahúsinum
- alt fyrifallandi portørarbeiði
- uppgávur í sambandi við sektión
Vit vænta, at tú
- ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
- hevur virðiliga framferð, bæði yvir fyri starvsfelagnum og leiðslu
- ert fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
- sært avbjóðingar fram um avmarkingar
- hevur evni til at orða teg bæði munnliga og skrivliga
- tekur ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt
- ert fús/ur til at broyta teg við nútíðini
- virðir starvsfólkapolitikkin og virðisgrundarlagið hjá Sjúkrahúsverkinum, og líkur tey krøv, ið verða sett (stovnurin setur) í mun til at skapa eitt umhvørvi við trivnaði og menning í hásæti
Dentur verður lagdur á
- menniskjaligar eginleikar
- at tú megnar at umstilla teg og taka við nýggjum avbjóðingum
- at tú minimum hevur 9. floks prógv
- koyrikort til persónbil
- at tú ert fylt/ur 21 ár
- reina revsiváttan
- 1. hjálparprógv
- góða heilsu og fysik
- sjón ið gevur møguleika at taka vinnuligt koyrikort
- at tú dugir at miðla vitan bæði til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar
- telduførleika á brúkarastøði
Vit bjóða
- felags innleiðslu og upplæring á deildini
- fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
- tvørfakligt samstarv
- ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
- eitt dynamiskt arbeiðspláss við fjølbroyttum avbjóðingum
Royndartíðin er 3 mánaðar.
Bert tey, ið verða innboðin til samrøðu, skulu hava læknaváttan og reina revsiváttan. Samrøður og fysiska royndin verða í viku 49 í 2022.
Lønar- og setanartreytir eru smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Nærri upplýsningar um starvið fáast við at venda sær til Bárður Bendix Mikkelsen, deildarleiðara, tlf. 234605, t-post barmi@ls.fo ella Gunnar Hjelm, varaleiðara tlf. 234602, t-post: gunhj@ls.fo.
Umsóknarfreistin er tann 02.12.2022.
Vinarliga søk starvið her.
Kennir tú teg sjálvan aftur í samband við virðisgrundarlagið hjá Sjúkrahúsverkinum hygg her.
Leinkja til fysisku royndina trýst her (lánt av Ambulance Syd)
Á heimasíðu okkara www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni "Um okkum."
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.