Lýsing
Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir starvsfólki, útbúnum viðgerðum ella fólki, sum hava hug og hegni at gerast viðgerði í Sjúkraflutningstænastuni.
- Talan er um fulltíðarstørv í skiftandi vaktum til setan 01.01.2023 ella eftir nærri avtalu.
 
Sjúkraflutningstænastan er ein deild við nógvum ymiskum uppgávum. Ein av høvuðsuppgávunum er at vera ein bráðfeingishjálp í samband við lívbjargandi arbeiði. Harnæst er uppgávan flutningur av sjúkum og skaddum fólki og fólkum, ið eru rørslutarnað. Eisini hevur Sjúkraflutningstænastan ábyrgd av øllum portørarbeiði, ið er á Landssjúkrahúsinum. Alt hetta setir stór krøv til starvsfólkið, sum mangan kemur at arbeiða undir serstøkum umstøðum.
Starvsøkini hjá Sjúkraflutningstænastuni fevna um Streymoy, Eysturoy, Vágar og Sandoy. Her starvast í løtuni umleið 40 fólk. Deildin hevur 16 bilar, íroknað 11 sjúkrabilar, og er túratalið uml. 8000 túrar árliga. Vaktsentralurin, ið hoyrir til deildina, er saman við sjúkrabilunum á hvørjum starvsøki mannaður alt samdøgrið.
Nýsett starvsfólk, ið ikki eru útbúgving sum ambulansastarvsfólk fáa eitt grundskeið/upplæring, áðrenn tey kunnu virka sum hjálparfólk í sjúkrabilinum. Tey fáa vegleiðing av einum viðgerða og hava møguleikar fyri øðrum grundskeiðum, ið eru neyðug fyri at røkja starvið til fulnar. Sjúkraflutningstænastan krevur at øll starvsfólk skulu til eina praktiska roynd í lívbjargandi arbeiði eina ferð um árið, fyri at tryggja at tænastan veitir eitt dygdargott arbeiði.
Vit vænta, at tú:
- ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
 - hevur virðiliga framferð, bæði yvir fyri starvsfelagnum og leiðslu
 - ert fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
 - sært avbjóðingar fram um avmarkingar
 - hevur evni til at orða teg bæði munnliga og skrivliga
 - tekur ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt
 - ert fús/ur til at broyta teg við nútíðini
 - virðir starvsfólkapolitikkin og virðisgrundarlagið hjá Sjúkrahúsverkinum, og líkur tey krøv, ið verða sett (stovnurin setur) í mun til at skapa eitt umhvørvi við trivnaði og menning í hásæti
 
Dentur verður lagdur á:
- menniskjaligar eginleikar
 - at tú megnar at umstilla teg og taka við nýggjum avbjóðingum
 - minimum 9. floks prógv, miðnámsútbúgving kann verða ein fyrimunur
 - koyrikort til bólk D
 - koyrikort til persónbil í minst 3 ár
 - at tú ert fylt/ur 21 ár
 - at tú hevur reina revsiváttan
 - 1. hjálparprógvgóða heilsu og fysik
 - sjón ið gevur møguleika at taka vinnuligt koyrikort
 - dugir at miðla vitan bæði til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar
 - telduførleika á brúkarastøði
 
Vit bjóða
- felags innleiðslu og upplæring á deildini
 - fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
 - tvørfakligt samstarv
 - ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
 - eitt dynamiskt arbeiðspláss við fjølbroyttum avbjóðingum
 
Royndartíðin er 3 mánaðar.
Um tey, ið sett verða í fast størv, ikki hava koyrikort til bólk D, skal hettar vera farið í holt við innan roynadartíðin er úti.
Tað kann vera ein fyrimunur at hava heilsufakliga útbúgving.
Bert tey, ið verða innboðin til samrøðu, skulu hava læknaváttan og reina revsiváttan. Samrøður og fysiska royndin verða í viku 49 í 2022.
Lønar- og setanartreytir eru smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Nærri upplýsningar um starvið fáast at venda sær til Bárður Bendix Mikkelsen, deildarleiðara, tlf. 234605, t-post barmi@ls.fo ella Gunnar Hjelm, varaleiðara tlf. 234602, t-post: gunhj@ls.fo.
Umsóknarfreistin er tann 02.12.2022.
Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skula havast við til møguliga samrøðu.
Vinarliga søk starvið her.
Kennir tú teg sjálvan aftur í samband við virðisgrundarlagið hjá Sjúkrahúsverkinum hygg her.
Leinkja til fysisku royndina trýst her (lánt av Ambulance Syd)
Á heimasíðu okkara www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni "Um okkum."
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.