Lýsing
Á deildini Børn og ung, ið er deild í Viðskiftadeplinum í Almannaverkinum, er eitt sosialráðgevarastarv leyst at søkja.
Um starvið
Talan er um eitt barnsburðarfarloyvisstarv 35 tímar um vikuna, tó við møguleika við enn meira niðursettari tíð. Starvið verður sett skjótast gjørligt og til og við 31.07.2023. Arbeiðsstaðurin er í Havn, og arbeitt verður gerandisdagar í dagtímunum.
Arbeiðsuppgávur
Í starvinum verður tú partur av einum stinnum toymi, sum ráðgevur og vegleiðir familjum, ið hava børn og ung, ið bera brek ella hava likamliga ella sálarliga sjúku.
Tú starvast í einum mennandi arbeiðsumhvørvi, har arbeiðsuppgávurnar millum annað eru at viðgera umsóknir um fíggjarligan stuðul til meirútreiðslur og umsóknir um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku til persónar, ið uppihalda barni, ið ber brek.
Harumframt er tað tín uppgáva at viðgera umsóknir hjá teimum, sum hava tørv á stuðulsfyriskipan, búplássi, umlætting og viðgerðar- og virkistilboðið í Trivnaðardeplinum.
Deildin Børn og ung arbeiðir við heildarlýsingum, og er hetta við til at tryggja, at rætta hjálp og stuðul verður sett inn.
Aðrar uppgávur eru at vera samskipari hjá familjum, ið eru fevnd av “Tí góðu tilgongdini”.
sí lýsing her