P/F ARTICON
Útgivið
28. november 2022
Útgongur
12. december 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Av vaksandi virksemi søkja vit eftir handverkarum til timburarbeiði at byrja, skjótast gjørligt.

Hevur tú hug at arbeiða í einum spennandi og fjølbroyttum umhvørvi við avbjóðingum hvønn dag?

Um tit eru eitt timburtoymi, kunnu tit eisini søkja sum eitt toymi.

Vit hava nógvar verkætlanir í gongd í løtuni, og tú kemur at arbeiða í toymum runt um í Føroyum.

Vit vænta, at tú

  • hevur viðkomandi útbúgving sum handverkari ella hevur drúgvar royndir frá timburarbeiði
  • ert arbeiðssamur/-som
  • ert røkin og nærlagdur/løgd
  • ert álítandi
  • hevur góð samstarvsevnir

Vit bjóða

  • Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti
  • Nútímans útgerð.
  • Eina spennandi yrkisleið
  • Persónliga og fakliga førleikamenning

Lønin og setanartreytir

Størvini verða sett, skjótast til ber. Lønin og setanartreytir verða samsvarandi royndum og førleikum.

Meira at vita

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Sunnvard Andreasen, framleiðsluleiðara, telefon 226117.

Umsókn

Tú søkir starvið her. Freistin at søkja starvið er 12. desember 2022.

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiðir, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast í løtuni umleið 270 fólk.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið