Lýsing
Smyril Line søkir eftir kokki til avloysaratúr við farmaskipinum Mykines at byrja mikukvøldið 30. november og eina viku fram.
Uppgávur
Tín høvuðsábyrgd verður at gera mat til manningina umborð.
Førleikakrøv
- Vinnubræv sum skipskokkur ella fulla kokkaútbúgving
- Heilsuprógv og trygdarskeið við eldsløkking (STCW A-VI/1-1, 1-2, 1-3 og 1-4)
Umsøkjarar uttan vinnubræv sum skipskokkur, men við fullari kokkaútbúgving kunnu eisini søkja. Tó er eitt krav, at hesir umsøkjarar hava trygdarskeið v. roykkavaraskeiði og heilsuprógvi, sum gevur atgongd til vinnubræv sum skipskokkur við handilsskipum.
Setanartreytir
Setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag og Reiðarafelagið fyri Handilsskip.
Umsókn
Umsóknarfreistin er 30. november 2022. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.
Tú søkir starvið við at senda tína umsókn til starv@smyrilline.fo.
Hevur tú spurninar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ritu Heradóttir, HR umsitara, á tel. 235952 ella umvegis HR@smyrilline.fo.
Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines og Akranes og rekur farmaskipið Mistral. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.