Lýsing
Í Borgaratænastuni, ið er deild undir Viðskiftadeplinum í Almannaverkinum, er eitt sosialráðgevarastarv leyst at søkja.
Um starvið
Talan er um eitt barnsburðarfarloyvisstarv at byrja 01.01.2023 ella eftir avtalu og fyribils fram til 31.01.2024. Arbeiðsstaðurin er í Havn. Talan er um eitt fulltíðarstarv, men møguleiki er fyri niðursettari tíð.
Arbeiðsuppgávur
Tú skalt møta borgarum, har hann er og veita almenna sosiala ráðgeving og vegleiðing.
Deildin viðger umsóknir um uppihaldsveiting vegna arbeiðsloysi, sjúku, samlívsslit og aðrar almannahendingar. Vit gera avtalur við arbeiðsgevarar um at seta í gongd virknisvenjingar. Vit gera uppfylging av sjúkudagpengum. Umsóknir um persónliga viðbót til pensjónistar og stakútreiðslur og umsóknir um fyritíðarpensjón vegna einkjustøðu verða somuleiðis viðgjørdar á deildini.
Deildin ger heildarlýsingar, virkisætlanir og visiterar til aðrar deildir í Almannaverkinum.
sí lýsing her