LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Lýsing
Medisinski depilin søkir eftir dugnaligum samskipara til fyrisitingarligar uppgávur. Neyðugt er, at samskiparin hevur góðar førleikar at samskifta.
Steno Miðstøðin, ið byrjar 1. januar 2023, verður partur av Medisinska deplinum. Steno Miðstøðin hevur ábyrgd av sjúklingum við diabetes og øðrum endokrinologiskum sjúkum, umframt at gransking verður raðfest høgt.
Medisinski depilin er størsti depil í føroyska heilsuverkinum við fleiri ymiskum sergreinum og við einum stórum, eldhugaðum og samansettum starvsfólkahópi. Virksemið er nógv og ferðin kann vera høg.