TÓRSHAVNAR KOMMUNA
Lýsing
Hevur tú hug at royna teg í eini spennandi stuðulsuppgávu? So er hetta nakað fyri teg.
Býlingshúsið millum Gilja søkir eftir starvsfólki at arbeiða 25 tímar um vikuna í einum serligum námsfrøðiligum tiltaki, ið er rættað at einum barnagarðsbarni. Arbeiðstíðin verður frá kl. 9 til 14 hvønn dag. Starvið er tíðaravmarkað frá 2. januar til 14. juli 2023. Tó so, er møguleiki fyri føstum starvi eftir hetta.
Arbeiðið fevnir m.a. um:
- at stuðla barninum í sosiala samspælinum við onnur børn
- at arbeiða miðvíst við kensluligu menningini hjá barninum