Lýsing
Vit søkja av nýggjum eftir einum starvsfólki til avloysarastarv á veterinerdeildini á Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Arbeiðsuppgávur
- Eftirlit við alivinnuni sambært galdandi reglum um sjúkufyribyrgjandi rakstur fyri alivinnuna bæði á sjógvi og landi
- Sjúkuyvirvøka, sýnistøka, eftirlit og málsviðgerð í sambandi við aling av laksi bæði á sjógvi og á landi
- Málsviðgerð í sambandi við góðkenningar eftir galdandi reglum fyri alivinnuna
Listin omanfyri er ikki endaligur, og kann broytast við tíðini.
Krøv til útbúgving og førleikar
- Djóralækni*, fiskaheilsukandidatur, viðkomandi akademiska útbúgving (lesandi eru eisini vælkomin at søkja)
- Viðkomandi tekniskar útbúgvingar
- Duga væl at samskifta á einum norðlendskum málið
- Góðan evni til at orða seg stutt og greitt – bæði í talu og skift
- Hava eyga fyri smálutum
- Hava lætt við at umskipa seg
- Góðan telduførleika
- Koyrikort til bil
* Er tú útbúgvin djóralækni, skal djóralæknaútbúgvingin vera frá einum norðurlendskum fróðskaparsetri ella einari javnmettari útbúgving, soleiðis at tú kanst gerast løggildur embætisdjóralækni á Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Sum embætisdjóralækni luttekur tú í vaktarskipanum fyri djóralæknauppgávur og heilsuváttanir á stovninum, bæði í og uttan fyri vanliga arbeiðstíð.
Harumframt er tað ein fyrimunur, at tú:
- Hevur arbeiðsroyndir innan alivinnuna
- Hevur royndir innanfyri fyrisiting
- Hevur royndir við journalskipanum og Power BI
- Kanst arbeiða bæði sjálvstøðugt samstundis sum tú kanst samstarva og samskifta við onnur
- Ert til reiðar at taka eitt eyka tak, tá á stendur
Vit sóknast eftir fólki við hesum persónligu førleikum:
- Áræði og framfýsni
- Kann klára stóra arbeiðsbyrðu
- Trívist við skiftandi arbeiðsuppgávum
- Trívist á dynamiskum arbeiðsplássi
- Sær nýggjar arbeiðsuppgávur sum eina spennandi avbjóðing
Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi starv, sum fakliga fevnir breitt. Tú kemur at starvast á veterinerdeildini, saman við dugnaligum og áhugaðum starvsfólkum við góðum útbúgvingum og hollum royndum. Møguleikar eru fyri førleikamenning.
Setanarviðurskifti
Talan er um eitt avloysarastarv ið verður sett skjótast gjørligt. Starvið verður sett sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið, sí www.fmr.fo.
Í fyrsta umfarið er setanin til og við 31. desember 2023. Møguleiki er fyri at leingja starvið inntil 1. september 2024.
Umsókn
Umsóknir til starvið skulu sendast Heilsufrøðiligu starvsstovuni í t-posti til hfs@hfs.fo.
Viðheft grundgivna umsókn, lívsrensl, avrit av prógvi og minst eina tilvísing.
Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin hin 2. januar 2023 kl. 12.00.
Meira fæst at vita við at venda sær til Sarah Vallin, embætisdjóralækna og deildarleiðara, ella Bárður Johannessen, eftirlitsfólk á tlf. 55 64 00 ella t-post til hfs@hfs.fo.
Um stovnin
Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum. Stovnurin umsitur matvøru-, djórasjúku-, djóravælferðar-, djóralækna- og alilógina og rekur kanningarstovu í hesum sambandi.
Høvuðsuppgávurnar hjá Veterinerdeildini eru at tryggja góða djóraheilsu og djóravælferð. Á Veterinerdeildini eru 9 starvsfólk d.d.