UMHVØRVISSTOVAN
Útgivið
19. december 2022
Útgongur
12. januar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Umhvørvisstovan søkir eftir einum dugnaligum løgfrøðilesandi til eitt nýtt lestrarstarv á deildunum Matrikul og Tinglýsing.

Um Umhvørvisstovuna
Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvisvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Les meira her.

Um starvið
Í lestrarstarvi á Umhvørvisstovuni kemur tú, saman við starvsfeløgum á Umhvørvisstovuni, í høvuðsheitum at arbeiða við løgfrøðiligum arbeiði innan tinglýsing og matrikulering. Tínar uppgávur verða millum annað:

  • At skriva mannagongdir innan málsøkini tinglýsing, matrikul og fyrisiting
  • At luttaka í, og eftir førimuni veita løgfrøðiligar metingar ísv. málsviðgerð
  • At avgreiða viðskiftafólkini hjá deildunum og veita teimum løgfrøðiliga vegleiðing sambært fyrisitingarlógini
  • At gera uppskot til fyrisitingarligar avgerðir innan málsøkini á deildunum, t.e. tinglýsing, fólkayvirlit, navnamál, fyrisiting av vápnum og matrikulering
  • At gera uppskot til sáttmálar í samband við dátuveiting
  • At skriva vegleiðingar og mannagongdir innan KT-trygd sambært Dátuverndarlógini
  • At lýsa tørvin á lógarbroytingum innan málsøkini hjá deildunum
  • At røkja vanligt skrivstovuarbeiði og loysa ad hoc uppgávur
  • At røkja praktiskar uppgávur eftir tørvi

Vit kunnu bjóða eitt spennandi og mennandi lestrarstarv, við fakligari menning í fokus.

Førleikar
Vit vænta, at tú

  • ert løgfrøðilesandi
  • ert fakliga væl fyri og hevur áhuga fyri lóggávu innan tinglýsing og matrikulering
  • dugir væl at samskifta á skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum
  • ert skipað/ur og kann arbeiða sjálvstøðugt
  • ert fleksibul og hevur góð samstarvsevni
  • tað er ein fyrimunur, um tú hevur staðið fak um tinglýsing og veð

Setanartreytir
Tú verður sett/ur sum tímaløntur, har vit vænta at tú kanst arbeiða í miðal 15 tímar um vikuna, við møguleika fyri at arbeiða meiri í feriutíð. Tann lesandi kann, í samband við próvtøkur o.a., avtala nærri um broytta arbeiðstíð. Av tí at talan er um eitt lestrarstarv, er krav at tú ert lestrarvirkin, og sostatt er starvið tíðaravmarkað í tann mun, tann setti er lesandi. Løn er eftir sáttmála við Starvsfelagið ella Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Starvsstaðurin er á Umhvørvisstovuni, Traðargøta 38, Argir. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.

Umsóknarfreistin er 12. januar 2023. Umsókn, lívsrensl, prógv o.a. skulu sendast til hr@us.fo. Eftir ætlan verða samrøður í viku 3 ella 4. Starvið verður sett 1. februar 2023 ella eftir nærri avtalu.

Um tú hevur spurningar til starvið ert tú vælkomin at seta teg í samband við Báru Akselsdóttir Haraldsen, fulltrúi innan HR og samskifti, á teldupost barah@us.fo ella á telefon 234387.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið