ALMANNAVERKIÐ
Lýsing
Almannaverkið søkir eftir starvsfólki til Sambýlið Eiðisgarður í Vági. Í sambýlinum búgva 10 fólk, sum hava sálarsjúku.
Høvuðsendamálið er at geva húsfólkunum góðar liviumstøður í einum gerandisdegi, har dentur verður lagdur á góðan trivnað millum borgarar og starvsfólk.
Um starvið
Talan er um eitt farloyvisstarv 40 tímar um vikuna at seta skjótast gjørligt. Starvið er til 30.11.2023 og arbeiðstíðin er skiftandi, dag- kvøld, náttarvaktir.
Møguleiki er at gera avtalu um lægri brøk, um ynski er um tað.