TÓRSHAVNAR KOMMUNA
Útgivið
22. december 2022
Útgongur
5. januar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Tórshavnar Kommuna søkir vegna Dagstovnin í Øksnagerði eftir námsfrøðingi til barnagarðin, at byrja í januar 2022. Talan er um áleið 35-40 tímar um vikuna ella eftir nærri avtalu.

Um stovnin
Í Dagstovninum í Øksnagerði er ein vøggustova, ein barnagarðsstova, ein miðlingastova, ein serstovu, sum er ætlað børnum við avbjóðingum innan autismuspektrið og so er Fríðtíðarskúlin í Hornabø eisini ein partur av stovninum, har ganga tey børn, ið hoyra til skúlan á Trøðni. Í løtuni er 58 børn á stovninum, og starvsfólkatoymið telur uml. 25 starvsfólk.

Vit kunnu bjóða eitt áhugavert starv á einum fjølbroyttum dagstovni, har vit rúma ymiskleikanum.

Vit leggja dent á, at geva børnunum fjølbroyttar upplivingar, har tryggleiki og umsorgan eru grundarsteinarnir fyri at skapa bestu menningarfortreytir fyri tað einstaka barnið í gerandisdegnum.

Vit hava ein opnan stovn, har børnini kunnu ferðast frá stovu til stovu at vitja hvønn annan. Á hendan hátt verða góðar relatiónir skaptar.

Tað hevur fyrimun um vikomandi er kendur við tekn til talu og Karlstad, tí hetta verður nýtt í barnagarðinum.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

11. februar 2026
Hálvtíðarstarv sum sølufólk   Faroe Islands nýtt
11. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið