ALMANNAVERKIÐ
Útgivið
26. december 2022
Útgongur
5. januar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Almannaverkið søkir eftir starvsfólki, ið kann stuðla og skapa ein innihaldsríkan dag fyri borgarar í sambýlinum í Børkugøtu. Í sambýlinum búgva seks borgarar við menningartarni og autismu.

Um starvið
Eitt starv 40 tímar um vikuna at byrja 01.02.2023 ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, sum fevna um alt døgnið allar dagar í vikuni. Arbeiðsstaðurin er í Havn.

Arbeiðsuppgávur
Høvuðsuppgávan er at veita námsfrøðiligan stuðul og grundleggjandi heilsurøkt. Arbeitt verður heilsufremjandi og fyribyrgjandi í samráð við borgaran, aðrar fakbólkar, leiðslu og avvarðandi. Flestu av borgarunum hava dagtilboð.

Uppgávan er at vera við til at leggja arbeiðið til rættis á arbeiðsplássinum og at arbeiða eftir ávísum leisti, har støði verður tikið í einstaka borgaranum. Vit leggja okkum eftir at arbeiða við støði í møguleikum, heldur enn forðingum, og harafturat verður arbeitt tvørfakligt, so borgarin fær tænastu á høgum støði. Javnvirði, tolsemi og yrkisdugnaskapur er partur av okkara gerandisdegi, og somuleiðis leggja vit okkum eftir at skapa góðan trivnað á arbeiðsplássinum, bæði millum borgarar og starvsfólk.

sí lýsing her

Líknandi størv

Vinnuráðgevi   Faroe Islands nýtt
4. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið