ALMANNAVERKIÐ
Lýsing
Søkt verður eftir starvsfólkum at arbeiða sum stuðul og náttarstuðul hjá lítlum barni. Uppgávan er at tryggja, at barnið fær røttu umsorganina og neyðugan stuðul.
Um størvini
Talan er um fulltíðarstørv í skiftandi vaktum, tað vil siga í dag-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktum til setan 01.02.2023 ella skjótast til ber. Møguleiki er eisini fyri niðursettari tíð ella tímaløntum vaktum. Arbeiðsstaðurin er í Klaksvík.