![]() |
Skriva eina málrættaða umsókn Flestu leys størv krevja, at tú sendir eitt CV, og hettar kann eisini verða tær ein hjálp í sjálvari arbeiðsgongdini. Tað kann geva tær eitt betur yvirlit og skipa tínar tankar samstundis, sum tú fyrireikar teg til støðuna. At fáa gjørt eitt yvirlit av tínum arbeiðslívið og royndum ger somuleiðis arbeiðið við sjálvari umsóknini nógv lættari. Set tær fyri at snikka CV inngangin um teg sjálvan, og hví tú søkir, til í mun til starvið tú søkir |
![]() |
Ring til arbeiðsgevaran Spyr hvussu umsóknir verða viðgjørdar: “Góðan morgun! Eg eiti Navni Navnisen. Eg ringi fyri at hoyra, um tit hava nøkur leys størv? Um so er, kundi eg havt áhuga at søkja og vil fegin vita, hvussu hettar skal gerast.” Tú skalt rokna við at vera umstillað/ur til rætta viðkomandi, men um tað ikki ber at tosa við persónin, kann tað vera neyðugt at senda eina skrivliga umsókn, treytað av, at nakað starv er leyst. Minst til at spyrja um nøvn og skriva niður eitt hvørt, sum er áhugavert og viðkomandi. Spyr endiliga gjølla til størvini, sum eru leys ella bið um at fáa starvslýsingar sendar um tilber. Áðrenn tú sendir umsóknina er gott, at hon verður rættlisin.virðisløn fyri sítt avrit, men hevur verið í sama starvið alla sína tíð. >> Heinta niður |
![]() |
Skriva eina sjálvbodnað umsókn um neyðugt Syrg fyri, at brævið er hóskandi til starvið og um tað er møguligt skriva tá, hvønn brævið er stíla til. Tú mást í øllum førum skriva, hvat starv umsókn tín er til. Hettar vísur, at tú ikki sendir tilvildarlig brøv, men hevur tikið tær stundir, og sett teg inn í støðuna. Tað er eitt gott hugskot at seta teg væl inn í viðurksifti og arbeiðsøki hjá fyritøkuni, og stíla eftir einum ávísum starvið ella deild. |
![]() |
Fá eina aðra meining…ella ta triðju Spyr ein vin, familjulim ella ein góðan vin, sum tú hevur. Tað er ofta lætt at stara seg blindan í egnar feilir, sum tó eru skjótir at finna, tá ein fær hjálp. Um møguligt, so fá tær góð ráð frá onkrum, sum arbeiðir í sama starvi, sum tú ætlar tær at søkja. Um tú eisini kanst fáa eitt gott ráð frá einum, sum er vanur at seta fólk í starv, er tað sera gott.óttøkufólk, fyri síðani at vera advokatskrivari, og endaliga sum fulltrúði. >> Heinta niður |
![]() |
Vitja arbeiðsgevaran Tað er oftast best fyrrapartin, áðrenn tey eru komin í fullsving og áðrenn tey eru blivin móð av degnum. Bið um at fáa fatur á tí, sum hevur ábyrgd av at seta fólk og royn at handa viðkomandi umsókn tína sjálv/ur: “Hey! Vit tosaðu saman í telefonini í gjár um (nevn starvið), her er mín umsókn. Um tygum hava tørv á nøkrum umframt hetta, so sig mær endiliga frá!” – Hettar gevur tær møguleikan at vísa teg persónliga og fáa eitt prát við persónin, sum tekur tí endaligu avgerðina. |
![]() |
Fylg upp! Um tú hevur sent eina umsókn, men ikki fekk fatur á ábyrgdarpersóninum, so royn aftur at ringja tveir til tríggjar dagar seinri. Tryggja tær, at umsóknin er móttikin: “Hey, hettar er (títt navn). Eg vildi bert hoyra, um tygum hava móttikið mína umsókn. Um tú sendi eina sjálvbodna umsókn, so vend aftur eftir eina viku, um tú ikki hoyrir aftur. |