Lýsing
Eitt starv sum 1. meistari við ”Hans á Bakka” er leyst at søkja. Bakkafrost hevur 9 tænastuskip við ymiskum arbeiðsuppgávum. Tey sigla við smolti og tøkufiski, vaska nótir og ringar, avlúsa, umframt at tey veita aðrar tænastur til alibrúkini í Føroyum og Skotlandi.
”Hans á Bakka”, sum er 3.565 BT við eini framtøkumegi á 2.998 KW, siglir fyri tað mesta við tøkufiski til virkið á Glyvrum.
Førleikakrøv:
- Sjóvinnubrævsum skipsmaskinistur á 2. stigi ella hægri
- Skeiðí eldsløkking og sløkkileiðslu
- Bátaførari(STCW A-VI/2-1)
- Trygdarskeið
- Heilsuprógv
Vangamynd
Tú lýkur førleikakrøvini, og tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá brunnbáti. Sum persónur ert tú væl skipað/ur og ikki bangin fyri at taka fatt. Tú ert ábyrgdarfull/ur, vísir ein positivan hugburð til uppgávurnar, og trívist við at arbeiða sjálvstøðugt.
Løn og setanartreytir
Arbeitt verður í tørnskipan 1:1, og útmynstringartíðarskeiðið er 3 vikur. Løn og setanartreytir eru sambært galdandi felags sáttmála millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Maskinmeistarafelagið.
Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Sverra Kjærbæk, rakstrarleiðara, á tel 23 50 50, ella við t-brævi til svkj@bakkafrost.com.
Umsókn
Søk starvið við at trýsta á knøttin niðanfyri. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er mikudagin 22. mai 2024.
Um Bakkafrost
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.686 starvsfólk (ársverk)