Bakkafrost
Útgivið
26. maj 2025
Útgongur
10. juni 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært

Lýsing

  1. meistari til ”Hans á Bakka”

Kundi tú hugsað tær eitt starv umborð á einum av bátunum hjá Bakkafrost, so er kjansurin her. Vit søkja eftir 1. meistara til brunnbátin ”Hans á Bakka”.

Førleikakrøv:

  • Sjóvinnubræv sum skipsmaskinistur á 2. stigi ella hægri
  • Skeið í eldsløkking og sløkkileiðslu
  • Bátaførari
  • Trygdarskeið
  • Heilsuprógv

Vangamynd
Tú lýkur førleikakrøvini, og tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá rakstri av brunnbáti. Sum persónur ert tú væl skipað/ur og ikki bangin fyri at taka fatt. Tú ert ábyrgdarfull/ur og vísir ein positivan hugburð til uppgávurnar, og trívist við at arbeiða sjálvstøðugt.

Løn og setanartreytir
Arbeitt verður í tørnskipan 1:1, og útmynstringartíðarskeiðið er 3 vikur. Løn og setanartreytir eru sambært galdandi felags sáttmála millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Maskinmeistarafelagið.

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Sverra Kjærbæk, rakstrarleiðara, á tel 23 50 50, ella við t-brævi til svkj@bakkafrost.com.

Umsókn
Søk starvið við at trýsta á knøttin niðanfyri. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er týsdagin 10. juni 2025.

Um Bakkafrost
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey.
www.bakkafrost.com

Søk starvið

Líknandi størv

Vit sóknast eftir tænarum   Faroe Islands
5. maj 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið