Lýsing
Smyril Line søkir eftir 1. meistara til handilsskipið Hvítanes at byrja skjótast gjørligt.
Les meira um Hvítanes her.
Tín vangamynd
Vit sóknast eftir einum persóni við stórari fakligari vitan, ið dugir væl við fólki. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá handilsskipi. Tú skalt hava fylgjandi vinnubræv uttan avmarkingar:
- Reg III/3 as 2nd Engineer ella reg III/3 as Chief Engineer
Starvið
Umborð á Hvítanesi er ein maskinstjóri, sum leiðir dagliga arbeiðið. Harafturat telur maskinmanningin ein 1. meistara. Maskindeildin hevur millum aðrar hesar uppgávur:
- Tryggja motordriftina og viðlíkahald
- Standa fyri innkeypi
- Leggja arbeiðsætlan
- Arbeiða við viðlíkahaldsskipanini
Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála og avtalu.
Starvssetan og umsóknarfreist
Starvið verður sett skjótast til ber. Umsóknarfreistin er 22. mars. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir starvið við at senda teldupost til hr@smyrilline.fo – viðmerk “1. meistari til Hvítanes”.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jóhan av Reyni, rakstrarstjóra, á tel. 345958, ella við Ritu Heradóttir, HR umsitara, á tel. 235952 ella rita.h@smyrilline.fo.
Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines og Akranes og rekur farmaskipið Mistral. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.