Lýsing
Lýst verður eftir ágrýtnum 1. meistara til Strandfaraskip Landsins at byrja í starvi skjótast gjørligt. Talan er um tíðaravmarkað starv umborð á Teistanum, fram til desember 2023.
Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá tí skipi, ið tú ert settur umborð á. Dagliga farleiðin hjá Teistanum er Gamlarætt - Skopun - Hestur. Arbeiðstíðin umborð er 11 dagar umborð og 10 dagar frí. Umstøður eru at búgva umborð.
Tínar høvuðsuppgávur eru:
- At hava eftirlit og viðlíkahald av maskinrúminum og allari tekniskari útgerð umborð
- Tryggja at øll lógar- og fyriliggjandi krøv verða fylgd
- Annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði
Sum 1. meistari vænta vit, at tú hevur:
- Útbúgving sum maskinmeistari ella maskinistur
- STCW áteknað vinnubræv sum skipsmaskinist á 1. stig ella hægri
- Heilsuváttan (bláu bók)
- Trygdarskeið, STCW A-VI/1-1, A-VI/1-2, A-VI/1-3, A-VI/1-4
- Eldsløkking fyri skipsyvirmenn, STCW A-VI/1-2, A-VI/1-3
- Fast Rescue Boats (FRB)
- Medisinsk fyrstahjálp, STCW VI/4-1
Vit rokna við, at tú hevur góð samstarvsevnir, dugir at arbeiða sjálvstøðugt, ert kundavinalig/ur og røkin
Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið.
Umsóknarfreistin er 14. juni 2023 á miðnátt.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Zacharias Zachariasen, á tlf. 293143, ella við telduposti til teistin.meistarar@ssl.fo
Um áhugið er fyri starvinum, kunnu tit venda tykkum til Annebet Abrahamsen, manningarsamskipara, á tlf. 293024.
Søk starvið her: Starvslýsing (ssl.fo)