Strandfaraskip Landsins
Útgivið
18. marts 2026
Útgongur
5. april 2026
Staður
Faroe Islands
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Um starvið
Sum 1. meistari ert tú okkara lyklapersónur sum skal tryggja, at ferðafólk uppliva eina
trygga, álítandi og professionell tænastu hjá SSL.

Við at røkja tínar ásettu arbeiðsuppgávur á høgum fakligum støði skalt tú syrgja fyri, at
rakstur, trygd og tænasta ganga hond í hond – og at upplivingin hjá okkara viðskiftafólki
altíð er í fremstu røð. Tú verður partur av einum toymi, sum hevur ein týðandi leiklut í at
binda Føroyar saman, og har tín innsatsur veruliga ger mun hvønn einasta dag.

Siglt verður hvønn dag í vikuni, og umstøður eru at búgva umborð. Arbeiðs- og
vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan og farleið hjá Ternuni.
Arbeiðstíðin er eina viku umborð og eina viku frí.

Høvuðsuppgávur sum 1. meistari eru at

  • Hava eftirlit og viðlíkahalda maskinrúmið og alla tekniska útgerð umborð
  • Tryggja, at øll lógar- og fyriliggjandi krøv verða fylgd
  • Røkja annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði
  • Eitt starv við fyrimunum

Sum sjófólk við Strandfaraskipum Landsins fært tú tað besta av báðum. Hetta er starv á sjónum, við skipaðum viðurskiftum, sum inniber skipað frítíð, yvirtíð og avspáking. Og við sigling millum okkara oyggjar ert tú ongantíð serliga langt frá familju og vinum.

Hetta gevur tær eitt frælsi sum einki annað arbeiðspláss á sjónum

Formlig krøv
Fyri at kunna søkja starvið krevst, at tú hevur:

  • Útbúgving sum maskinmeistari ella maskinistur
  • STCW áteknað vinnubræv sum skipsmaskinist á 1. stig ella hægri
  • Heilsuváttan (bláa bók)
  • Trygdarskeið STCW A-VI/1-1, A-VI/1-2, A-VI/1-3, A-VI/1-4
  • Eldsløkking fyri skipsyvirmenn, STCW A-VI/1-2, A-VI/1-3
  • Fast Rescue Boats (FRB)
  • Medisinska fyrstuhjálp, STCW VI/4-1
  • Bátaføraraskeið, STCW A-VI/2-1

Onnur viðkomandi krøv
Í mun til málførleika skalt tú megna at samskifta og vegleiða ferðafólk á føroyskum, donskum og enskum. Tað er ein fyrimunur at hava kunnleika til hesar telduskipanir: Outlook og pre-Master.

Annars vænta vit, at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt, og dugir væl at samskifta og samstarva við myndugleikar og aðrar samstarvsfelagar.

Vit vænta eisini, at tú ert fyrikomandi og hevur lætt við at taka við nýggjum avbjóðingum.

Setan, løn og umsókn
Setanar- og lønarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið, í lønarflokki 4.

Nærri kunning fæst við at venda sær til maskinstjóran umborð á Ternuni á +298 393048 ella við telduposti til ternan.meistarar@ssl.fo

Umsóknarfreistin er 5. apríl 2026.

Vinarliga send umsóknina gjøgnum leinkjuna “Søk starvið”.

Vit tilskila okkum ikki at seta nakran.

Um okkum
Strandfaraskip Landsins – ella Strandferðslan – virkar kring alt landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Endamálið er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi.

Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir: 7 oyggjaleiðir (8 ferjur) og 23 bygdaleiðir (48 bussar). Í 2023 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,25 millión, harav  725.000 við ferjunum og 520.000 við bussunum. Í hesum tíðarskeiðnum fluttu Strandfaraskip Landsins 188.000 akfør.

Starvsfólkahópurin er umleið 180 fólk, og høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri

Líknandi størv

1. meistari til Ternuna   Faroe Islands nýtt
10. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið