P/F Smyril-Line
Útgivið
12. november 2024
Útgongur
26. november 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Smyril Line sóknast eftir 1. og 2. stýrimanni at byrja skjótast til ber. Vit bjóða eitt spennandi starv við fjølbroyttum uppgávum og góðum starvsfeløgum.

Tín vangamynd

  • Tú er arbeiðsom/samur, umhugsin og hevur góð samstarvsevnir
  • Tú skalt hava fylgjandi vinnubræv: STCW Reg II/1 as Watchkeeping Officer
  • Harumframt skalt tú hava øll viðkomandi skjøl og skeiðir

Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Reiðarafelagið fyri Handilsskip.

Skiftisskipan áljóðandi 4 vikur umborð og 4 vikur heima.

Starvssetan og umsóknarfreist

Størvini verða sett skjótast til ber. Tú søkir við at senda eina umsókn til starv@smyrilline.fo. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Hevur tú spurningar til størvini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ruth í Nesinum, HR- ráðgeva á 23 59 52.

Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavinum, Norröna. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines, Akranes og Glyvursnes. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið