Vørn MRCC
Útgivið
23. august 2024
Útgongur
10. september 2024
Staður
Postsmoga 1238, 110 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
vorn@vorn.fo

Lýsing

Eitt starv sum 1. stýrimaður við skipunum hjá Vørn, verður hervið lýst leyst til setan skjótast gjørligt.

Starvið fevnir m.a. um hesar uppgávur:

  • Ganga vakt eftir vaktarskipan, sum skiparin fyriskipar.
  • Luttaka í dagliga arbeiðinum.
  • Arbeiðsuppgávur sambært starvslýsing í Góðsku- og trygdarhondbókini.
  • Annað fyrifallandi arbeiði og bjarging.

Førleikakrøv:

  • Útbúgving sum skipsførari.
  • Vinnubræv sum stýrimaður við handilsskipum á 3. stigi (STCW-regl. II/1 as Watchkeeping Officer).
  • Heilsuváttan fyri sjófólk.
  • Trygdarskeið fyri sjófólk.
  • Góðan førleika at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli.
  • Stórur dentur verður lagdur á góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa.
  • Øll viðkomandi skeið. Fyrimunur við gildugum prógvum.
  • Aldur og heilsu at gerast vinnukavari. Fyrimunir, men ikki krav.

Setanartreytir:
Lønar og setanartreytir sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag um skiparar og stýrimenn á vaktar- og bjargingarskipum landsins. Starvið er lønt í 30. lønarflokki eftir lønartalvuni hjá Tænastumannafelaganum. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna.

Tænastustaðurin í løtuni er Vørn.

Starvsheiti er 1. stýrimaður.

Tann, ið sett/ur verður má tola broytingar í starvinum og at øki verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Áðrenn setan kann almenn revsiváttan verða umbiðin.

Umsóknir:
Umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skal vera Vørn í hendi, í seinasta lagi 10. september 2024 kl. 12.00.

Umsóknirnar skulu sendast til:

VØRN, postsmoga 1238, 110 Tórshavn. Ella sum teldupost til: vorn@vorn.fo

(øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Vørn tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu, samskipara.

Líknandi størv

16. september 2024
13. september 2024
Varaleiðari til Miðstovnin   Faroe Islands nýtt
13. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið