Norlink
Útgivið
24. juni 2024
Útgongur
28. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit leita eftir einum dugnaligum starvsfólki til flutningsfyritøku okkara.

Um starvið:
Arbeiðið umfatar alt vanligt skrivstovuarbeiði so sum avgreiðing av ordrum, kundarøkt, telefon og tollavgreiðsla v.m. Tað er ein fyrimunur, ikki ein treyt, at tú hevur royndir á økinum og royndir innan søluarbeiði.

Førleikakrøv:
Vit vænta

  • At tú hevur skrivstovuútbúgving ella aðra líknandi útbúgving.
  • At tú ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur og hevur áhuga og áræði til at arbeiða á skrivstovu.
  • At tú ert væl skipað/ur og hevur evni at halda fleiri bóltar í luftini í senn og tolir at arbeiða undir trýsti.
  • At tú hevur góðar málsligar førleikar í skrift og talu- bæði á føroyskum, donskum og enskum máli.
  • At tú hevur góðan telduførleika.

Setanarviðurskifti:
Vit hugsa okkum eitt fulltíðarstarv, tó er møgulleiki við niðursettari tíð. Arbeiðsstaðurin er í Tórshavn.

Hevur hetta tín áhuga?
Send okkum eina umsókn við prógvum, CV og møguligum viðmælum til johann@norlink.fo

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 28. juli 2024.

Ynskir tú nærri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin, at seta teg í samband við Jóhann Simonsen á tlf. 588288

Um Norlink Cargo Express
Norlink Cargo Express er ein vøruflutningsfyritøka, ið veitir flutningsloysnir fyri fyritøkur, stovnar og privatar kundar, bæði loft- og sjóvegis, hurð til hurð samt tollavgreiðsla o.l. Vit hava egna deild í Keypmannahavn, terminal í Århus og eru partur av stórum globalum netverki, sum ger tað gjørligt, at heinta og senda vørur um allan heim

Líknandi størv

Spennandi starv sum supportari   Faroe Islands nýtt
27. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið