Glasir
Útgivið
27. juni 2024
Útgongur
22. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Dámar tær at tryggja álítandi rakstur, hava ávirkan á kt-menning og professionelt at veita bestu tænastuna? Ynskir tú starv við ábyrgd og at virka í einum sera fjølbroyttum og stórum arbeiðsplássi? Á Glasi eru um 250 starvsfólk og 1.500 næmingar, lærlingar og lesandi, sum nema sær eina av okkara mongu útbúgvingum á miðnámi, yrkisnámi, hægri námi og skeiðsdeplinum.

Vit sóknast tí eftir einum ábyrgdarfullum, fyrikomandi og framfýsnum kt-starvsfólki, ið m.a. fer at taka sær av hesum uppgávum:

  • Vegleiða og búgva starvsfólk og næmingar í nýtslu av skipanunum og kt á Glasi
  • Luttaka í first level support á staðnum, telefon ella umvegis merkja skipan (ticket skipan)
  • Vera við til at menna kt umhvørvið á Glasi
  • Klárgerð, uppsetan og útskifting av útgerð
  • Yvirvaka og tryggja, at skipanir rigga og vera røktar
  • Loysa trupulleikar við tól- og ritbúnaði
  • AD stýring, Microsoft pallar og nakað av Linux
  • Luttaka í og menna vitanardeilingina á økinum
  • Samstarva og samskifta við veitarar, m.a. Skúlanet

 

FØRLEIKAR:
Neyðugt er, at tú hevur viðkomandi tekniska útbúgving, eitt nú kt-supportari ella útbúgving og royndir, ið geva tær líknandi førleika. Tað er eitt krav, at tú dugur at samskifta skrivliga og munnliga á føroyskum, donskum og helst eisini enskum.

SETANARVIÐURSKIFTI
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

UMSÓKN
Umsókn til starvið skal, saman við CV, prógvum og møguligum viðmælum, sendast til starv@glasir.fo í seinasta lagi mánadagin 22. juli 2024.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda tær til Janus Isfeldt, fíggjar- og umsitingarstjóra, á tlf. 210330 ella teldupost jai@glasir.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið