Runavíkar Kommunuskúli
Útgivið
23. august 2024
Útgongur
8. september 2024
Staður
Faroe Islands

Lýsing

Vit leita eftir einum skrivara til Runavíkar kommunuskúla í tíðaravmarkað starv at byrja skjótast gjørligt.

Fakliga vísir skrivarin til skúlastjóran, men er løntur av Runavíkar kommunu.

Um starvið
Skrivstovan, ið er staðsett í skúlanum við Løkin, er opin skúladagar frá klokkan 8:00. Skrivarin starvast undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran og leiðslutoymið annars. Eisini samskiftir skrivarin bæði skrivliga og munnliga við øll starvsfólk skúlans, næmingar, foreldur, kommunu og aðrar viðkomandi myndugleikar/stovnar. Vanligar skrivarauppgávur og telefonavgreiðsla eru eisini partur av starvinum.

Førleikakrøv
Vit leita eftir einum vælskipaðum, sjálvstøðugum og álítandi skrivara. Tú ert blíð/-ur og fyrikomandi í samskiftinum við næmingar og starvsfólk, og tú hevur eisini ein natúrligan myndugleika.

Tú hevur:

  • skrivstovuútbúgving ella líknandi útbúgving
  • royndir við journalarbeiði og kunnleika til skipanina 360
  • góðar KT-førleikar

Tú dugir væl at orða teg í skrift og talu.

Tað er ein fyrimunur at hava kunnleika til mannagongdir og skipanir í skúlaverkinum, og tað er avgerandi, at tú tekur ábyrgd og trívist í einum fjølbroyttum starvi.

Setanar- og lønarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv í fyribils eitt ár. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsfelagið og KAF.

Fleiri upplýsingar um starvið
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Duritu P. Joensen, skúlastjóra, á telefon 277331 ella umvegis teldupost durita.joensen@skulin.fo

Umsóknarfreist
Starvið verður sett skjótast gjørligt, og samrøður hildnar loypandi. Seinasta freist at søkja starvið er sunnukvøldið 8. september.

 

Um skúlan
Í Runavíkar kommunuskúla eru uml. 510 næmingar í 0. – 10. flokki. Undirvísingin fer fram í tveimum skúlabygningum, Glyvra skúla og skúlanum við Løkin. Í Glyvra skúla ganga næmingar í forskúla og 1. - 3. flokki og í skúlanum við Løkin næmingar í 4. - 10. flokki. Harumframt er eitt sertoymi í Glyvra skúla og skúlanum við Løkin. Í skúlanum starvast í løtuni uml. 74 starvsfólk

Líknandi størv

18. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið