Smyril Line
Útgivið
9. september 2024
Útgongur
22. september 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Smyril Line søkir eftir 2. meistara til handilsskipið Glyvursnes at byrja skjótast gjørligt. Talan er um fast starv, við skiftisskipan áljóðandi 4 vikur umborð og 4 vikur á landi.

Les meira um Glyvursnes HER.

Tín vangamynd

Vit sóknast eftir einum maskinmeistara við stórari fakligari vitan. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá handilsskipi. Tú skalt hava fylgjandi vinnubræv uttan avmarkingar:

  • STCW III/1 as Watchkeeping Officer

 

Starvið
Á maskindeildini umborð á Glyvursnesi eru maskinstjóri, 1. meistari, 2. meistari, elektrikari og juniormeistarar. Arbeiðsuppgávurnar á maskindeildini eru at tryggja maskinrakstur og viðlíkahald. Umframt at standa fyri innkeypi, leggja arbeiðsætlan og arbeiða við viðlíkahaldsskipanini.

Starvssetan og umsóknarfreist
Løn og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Maskinmeistarafelagið. Ynskiligt er, at tú kanst byrja skjótast gjørligt.

Freistin at søkja er 22. september, men umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir starvið umvegis frymilin niðast á heimasíðuni HER.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ruth í Nesinum, HR ráðgeva á tel. 23 59 52 ella umvegis hr@smyrilline.fo.

 

Um Smyril Line

Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines, Akranes og Glyvursnes. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið