Lýsing
Søkt verður eftir 1 námsfrøðingi at byrja 24. februar 2025 (ella skjótast gjørligt) og til 15. juli 2025.
- Eitt starv á 35 tímar um vikuna. Har av eru 20 tímar í Skúlaspíranum
Meira kunning um Skúlaspíran er at finna á skeyk.fo.
Stuðulin verður knýttur at næmingi við serligum tørvi.
Vit leita eftir fólki, sum er arbeiðshugað, nærlagt, samstarvshugað, tekur ábyrgd og sær møguleikar.
Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum í setanartíðarskeiðinum.
Í Skúlaspíranum verður starvið skipað í samráð við førleikastovuna á skúlanum.
Frítíðarheimið er ein stovnur fyri børn, sum ganga í forskúla, 1. flokki og 2. flokki.
Okkara arbeiði er at skapa góðar og tryggar karmar fyri hesi børn aftan á loknan skúladag.
Arbeiðstíðin er frá kl. 08.00 og til næmingarnir fáa frí, umframt fundir o.a., sum kunnu liggja seinni á degnum.
Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skal sendast til eystur@eystur.fo
Umsóknarfreistin er 13. februar 2025.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Hannu E. Olsen, Fríðtíðarheimið á tlf. 730053 ella Atla F. Johansen, Skúlaspírin á tlf. 730070.
Galdandi er, at har eingin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett ístaðin.
Víst verður til: www.eysturkommuna.fo