FM1
Útgivið
11. februar 2025
Útgongur
16. marts 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

FM1 leitar eftir eldhugaðum og ídnum fríyrkis frásøgufólki/útvarpsfólki at styrkja okkara sterka ítróttatoymi. Um tú brennir fyri ítrótti, serliga hondbólti og fótbólti, og hevur hug at gera útvarp, so er hetta rætta starvið til tín.

Vit í FM1 leggja dent á at gera fjølbroytt, lætt, kunnandi og áhugavert innihald til okkara lurtarar. Hvønn gerandisdag hava vit tríggjar tíðindasendingar, har vit viðgera øll viðurskifti í samfelagnum. Vit senda beinleiðis, hava gestir í studio og eru altíð til reiðar við bráðtíðindum, tá ið okkurt spennandi hendir.

Ítrótturin fyllir nógv á FM1. Vit fylgja tætt við føroyskum ítrótti, og varpa eisini út frá fótbólti og øðrum ítróttagreinum.

FM1 hevur fleiri fastar sendingar gjøgnum vikuna, so sum “Stjórnin – Politikkur á skák”, “Jukeboksin”, “Firmakappingin”, “B36-varpið” og “Liverpool Radio”. Hesar og aðrar sendingar eru at hoyra undir “ljóð” á okkara heimasíðu.

Arbeiðsuppgávur

  • Framleiða og stjórna útvarpssendingum við denti á fótbólt og hondbólt.
  • Varpa út frá ítróttartiltøkum, bæði innanlands og møguliga uttanlands.
  • Gera samrøður við leikarar, venjarar og aðrar viðkomandi persónar í ítrótti.
  • Skriva tíðindasøgur og reportasjur til útvarp og møguliga til okkara tíðindasíðu.
  • Samarbeiða tætt við tíðindatoymið fyri at tryggja góða og vælskipaða sending.

Førleikar

  • Sterkur áhugi fyri ítrótti, serliga fótbólti og hondbólti.
  • Góðar samskiftisførleikar, bæði munnliga og skrivliga.
  • Evni at arbeiða sjálvstøðugt og taka initiativ.
  • Fleksibilitetur viðvíkjandi arbeiðstíðum, tí tiltøk og dystir ofta eru í vikuskiftum og um kvøldið.
  • Góðar telduførleikar.

Vit bjóða

  • Eitt spennandi og fjølbroytt starv í einum livandi og kreativum umhvørvi.
  • Møguleikan at vera ein týðandi partur av menningini av ítróttarfrásagnum í útvarpinum.
  • Góðar møguleikar fyri fakligari menning og at seta tín dám á sendingarnar.
  • Starv í einum toymi við drúgvum royndum innan fjølmiðlavinnuna.

Umsókn
Um tú heldur, at hetta starvið hóskar til tín, send okkum tína umsókn við CV og møguligum viðmælum til Duritu Adela: durita@fm1.fo í seinasta lagi sunnudagin 16. mars.

Líknandi størv

12. december 2025
Fíggjarleiðari til Vónin samtakið   Faroe Islands nýtt
12. december 2025
12. december 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið