Útgivið
2. august 2022
Útgongur
1. september 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú hug at arbeiða við einari grønari framtíð? Dámar tær at endurnýta og verða kreativ? Ella ert tú kanska djóravinur? Hevur tú grønar fingrar, ella elskar tú at brúka náttúruna sum eitt mennandi amboð? So er tað hjá okkum, tú skalt arbeiða.

Á Dagstovninum á Velbastað arbeiða bæði børn og vaksin við einum grønum hugburði. Vit endurnýta, skilja ruskið og hava ein kompostkassa. Í august er ætlanin at fáa okkum hønur. Vit hava eplaveltu, jarðberjakassar og í summar hava vit set reyðrøtur og persillu niður. Alt hetta og meira afturat gera vit saman við børnunum. Tí børnini eru spírarnir, sum skulu bera tann grøna hugburðin á mál.
Vit leita eftir einum námsfrøðingi at byrja 15. august at arbeiða 20 tímar um vikuna í frítíðarskúla. Og vit leita eftir einum námsfrøðingi til tíðaravmarkað barsilsstarvi í vøggustovu 20 tímar um vikuna at byrja 15. august 2022 til 31. juli 2023

Les meira um størvini her: https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv/namsfroedingar-til-dagstovnin-a-velbastad

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið