Lýsing
Tænastudeildin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir tveimum starvsfólkum til reingerð at byrja skjótast gjørligt. Talan er um fast starv, og arbeiðsøkið er á Skurðgongini G2.
Um størvini:
Tú kemur at arbeiða í einum góðum arbeiðsumhvørvi við dugnaligum starvsfeløgum, har arbeitt verður við at førleikamenna okkara starvsfólkahóp. Upplæring verður við starvsbyrjan.
Arbeiðið snýr seg um at gera reint í felagshølum og á skurðstovum á Skurðgongini, G2. Á Skurðgongini starvast í dag fimm starvsfólk innan reingerð. Arbeitt verður á starvsbrøki 0,75, sum er umleið 30 tímar um vikuna. Møguleiki er fyri at taka eyka vaktir.
Talan er um spennandi starv, har arbeitt verður í skiftandi vaktum. Tú kemur at arbeiða í bæði, dag- og kvøldvakt. 5. hvørt vikuskifti eru vikuskiftisvaktir. Klokkutíðirnar eru hesar:
- Dagvaktir, kl 7-15
- Kvøldvaktir: vaktirnar eru skiftandi, møtt verður antin kl. 14-21 ella kl. 15-21
- Vikuskiftisvaktir eru 5. hvørt vikuskiftið kl 10-14, viðhvørt kann verða arbeitt longri
Vit vænta, at umsøkjarar hava:
- Góðan røkjuskap og ganga høgt upp í reinføri
- Kunnu arbeiða sjálvstøðugt og tola broytingar í arbeiðinum
- Royndir innan reingerð kann vera ein fyrimunur
- Viðkomandi umsøkjari skal vera 18 ár
Dagligt samskifti er við aðrar starvsbólkar, og tí er umráðandi, at tit skilja hvønn annan væl.
Vilt tú vita meira um starvið ber til at ringja á tlf. 304614 gerandisdagar millum kl 8-14, ella skriva til Súsannu Nolsøe, teldupost susanna.nolsoe@ls.fo
Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Umsóknarfreistin er 29.06.2025
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa meita um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.