Lýsing
Vilt tú arbeiða við matvørutrygd, fiska- og djóraheilsu, og hevur tú áhuga í altjóðamarknaðum? So er eitt starv leyst at søkja á landsdjóralæknadeildini.
Landsdjóralæknadeildin er á Heilsufrøðiligu starvsstovuni (HFS).
Starvið hevur fjølbroyttar uppgávur, har tú arbeiðir saman við dugnaligumstarvsfólki, sum hava hollar útbúgvingar og royndir, bæði á deildini og stovninumsum heild.
Uppgávur
- Arbeiða við lóggávu um mat og djór
- Tryggja at lóggávan er í samsvar við avtalur, vit hava gjørt við ES
- Ymsar innanhýsis løgfrøðiligar uppgávur fyri aðrar deildir á stovninum
Krøv til útbúgving og førleikar
- Cand. jur. ella Embætisprógv í Lóg. Nýútbúgvin og lesandi eru eisini vælkominat søkja. Lesandi skulu helst hava staðið bachelor partin.
- Góðan kunnleika í føroyskum máli, bæði í skrift og talu
- Góðan førleika í enskum
- Góð evni at greina fløktar spurningar
- Vælskipað(ur) og megnar at hava ymsar uppgávur og avbjóðingar í senn
- Dugir at arbeiða bæði sjálvstøðugt og at samstarva við onnur
- Áhuga fyri fyrisitingarrætti
Tíð og setanarviðurskift
Talan er um eitt avloysarastarv í sambandi við barnsburðarfarloyvi. Starvið er ætlaðat seta frá 1. september 2025, um neyðugt bíða vit tó eftir rætta viðkomandi.
Arbeiðsstaðurin er á Smyrilsvegi 7, 2. hædd, í Tórshavn.
Starvið er sett við setanarbrøki 0,8, annar setanarbrøkur kann avtalast. Starvið erlønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og BLF.
Umsókn til starvið
Umsóknin við avriti av prógvi, lívrensli o. tíl. skal sendast HFS, Smyrilsvegur 7, 1.hædd, 100 Tórshavn, ella hfs@hfs.fo, og skal verða okkum í hendi í seinasta lagi13. august 2025, kl. 12.00.
Um Heilsufrøðiligu starvvstovuna
Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Uttanríkis - og vinnumálaráðnum.Stovnurin umsitur m.a. matvørulógina, djórasjúkulógina og djóravælferðalógina.
Fremstu uppgávurnar hjá landsdjóralæknadeildini eru:
- Virka fyri matvørutrygd í Føroyum
- Virka fyri djóraheilsu og –vælferð í Føroyum
- Tryggja altjóða standardir og handli við umheimin
- Virka í innlendis – og altjóða tilbúgving
Á landsdjóralæknadeildini starvast fimm fólk, tveir djóralæknar og tríggirløgfrøðingar.
Vilt tú vita nærri um starvið kanst tú venda tær til okkum á 556400. og spyrja eftirBirnu Mørkøre, landsdjóralækna.