Lýsing
Kundi tú hugsa tær at byrja tína yrkisleið við eini skrivstovuútbúgving? Vit bjóða tær ein spennandi møguleika at gerast partur av okkara toymi á høvuðsskrivstovuni hjá P/F SMS.
Hvat kanst tú vænta tær? Sum skrivstovulærlingur fært tú innlit í allar tættir av fyrisiting, búskap, tolling og nógv annað. Tú lærur at arbeiða við tekstviðgerð, dátugrunnum, rokniørkum og ymiskum KT-skipanum, alt meðan tú mennir tínar samskiftisførleikar við viðskiftafólk, bæði munnliga og skrivliga.
Í lærutíðini kemur tú millum annað at fáast við hesar uppgávur:
- Skráseta skjøl, bóka og gjalda fakturar
- Telefonavgreiðsla og samskifti við kundar og starvsfelagar
- Senda fakturar út og skráseta inngjøld
- Gera mánaðaruppgerðir, stemma banka og kreditorar av
Vit vænta av tær, at tú:
- Hevur góðar samskiftisførlelikar bæði munnliga og skrivliga
- Arbeiður skipa og ábyrgdarfult
- Hevur áhuga fyri at læra og menna teg
- Hevur góðar telduførleikar
Vit bjóða:
- Skrivstovuútbúgving við sergrein innan fyrisiting
- Eitt mennandi og vælvirkandi arbeiðsumhvørvi
- Møguleika fyri persónligari og fakligari menning
- Góðar starvsfólkaágóðar
Útbúgvingin tekur millum 2 og 4 ár, og verður lærutíðin roknað eftir, um tú hevur nakra miðnámsútbúgving frammanundan. Tú kemur at skifta ímillum verkliga læru á skrivstovuni og skúlagongd á Glasir í Havn.
Um hetta ljóðar sum nakað fyri teg, kanst tú senda okkum tína umsókn, saman við avritum av prógvum og møguligum viðmælum, til okkum umvegis leinkjuna í høgru síðu í seinasta lagi 23. juli 2025 á midnátt.
Nærri fæst at vita um læruplássið við at venda sær til Susanne Nielsen, fíggjarleiðara, á telefon 218861.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær 🙂