Sandoyar Barnaverndartænasta
Útgivið
16. juli 2025
Útgongur
31. juli 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Eitt starv sum stuðul hjá Sandoyar Barnaverndartænastu er leyst at søkja til setan 13. august 2025, ella eftir nærri avtalu. Starvið er tíðaravmarkað til 6 mánaðir við møguleika fyri leingjan.

Talan er um stuðulsstarv 22 tímar um vikuna. Arbeiðið yrkadagar millum klokkan 6:30 til klokkan 18.

Talan er um eitt spennandi starv, og arbeiðið umfatar at stuðla, vegleiða og hjálpa børnum. Arbeitt verður í tøttum samstarvi við barnaverndarumsitingina og onnur fakfólk.

Vit leita eftir stuðli, ið :

  • Hevur miðallanga útbúgvin innan námsfrøði ella heilsufakliga økið og reina revsiváttan.
  • Um eingin søkir við viðkomandi útbúgving, kann hjálparfólk verða sett í starv.
  • Hevur góð samskiftisevnir.
  • Hevur góð evnir at seta seg inn í støðuna hjá børnunum, og hjálpa teimum út frá hesum.
  • Hevur gott yvirlit og megnar at arbeiða sjálvstøðugt

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum
  • Eitt gott samstarvstoymi

Umsókn:
Skrivlig umsókn saman við avriti av prógvum, viðmælum og cv skal sendast til Sandoyar
Barnaverndartænastu á teldupost bvtsandoy@bvtsandoy.fo ella til bústaðin Skúlavegur 3, 230 Húsavík í seinasta lagi mánadagin 31. Juli 2025 klokkan 12.00

Løn og setanarviðurskifti:
Starvið er tíðaravmarkað til 6 mðr við møguleika fyri leingjan, og verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og avvarandi yrkisfelag.

Barnaváttan
Vísandi til løgtingslóg um barnaváttanir § 4 hevur barnaverndartænastan skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Sandoyar Barnaverndartænasta er eitt samstarv millum kommunurnar í Sandoynni og í Skúvoynni.

Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Róhild Winther, leiðara á telefon 288024 ella við telduposti Rohild@bvtsandoy.fo

Líknandi størv

9. juli 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið