Lýsing
Sansir vekja minnir og gera máltíðir til stjørnuløtur.
Tað krevur fakliga vitan, hegni og umhugsni, at skapa máltíðir, har angi og smakkur stimbra sansirnar, minnini og ríkar um lívið. Tá eru máltíðirnar stjørnustundir í gerandisdegnum.
Køkurin á Boðanesheiminum søkir eftir einum dugnaligum og arbeiðssomum føðsluatstøðingi, kokki ella líknandi til setan 15. september 2025, ella eftir nærri avtalu.
Boðanesheimið lat upp í 2012. Heimið er innrættað í tveimum hæddum við trimum búðeindum. Heimið hevur tvær røktareindir, við 24 plássum hvør, og eina demenseind við 16 plássum, tilsamans eru 64 búpláss.
Talan er um eitt starv á setanarbrøki 0,95 svarandi til 38 tímar um vikuna, ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er frá kl. 7-15 og arbeitt verður fjórðahvørt vikuskifti.
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=144698