SP/F Elding
Útgivið
14. august 2025
Útgongur
24. august 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vit sóknast eftir einum álítandi og arbeiðssomum goymslufólki til toymi okkara í Elding við Hoyvíksvegin. Tú verður ein týðandi partur av goymsluarbeiðnum hjá fyritøkuni og skalt tryggja, at vørumóttøka og vøruútflýggjan gongur smidliga fyri seg.

Um starvið
Talan er um fulltíðarstarv. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Arbeiðsstaðurin er í Elding á Hoyvíksvegnum. Tað er fyrimunur um tú hevur koyrikort, tó ikki eitt krav.

Arbeiðsuppgávur

  • Móttøka og útflýggjan av vørum
  • Skipan og uppseting av vørum á goymsluni
  • Vøruteljing og eftirlit við lagrinum
  • Tryggja góðsku og rætta handfaring av vørum
  • Samskifta og samstarva við starvsfelagar fyri at tryggja eina smidliga arbeiðsgongd

Hvør ert tú?
Vit leita eftir einum persóni, ið:

  • Dámar at arbeiða við høgum tempo
  • Er skipað/ur, røkin og hevur yvirlit, hóast nógv fer fram í senn
  • Er ágrýtin og tekur ábyrgd
  • Kann samstarva væl við onnur

Hvat bjóða vit tær?
Vit bjóða tær eitt spennandi og fjølbroytt starv í einum góðum arbeiðsumhvørvi. Tú sleppur at gerast ein týðandi liður í einari vaksandi fyritøku, har arbeiðið hevur beinleiðis ávirkan á kundaupplivingina.

Royndir innan líknandi arbeiði eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt.

Løn sambært avtalu.

Umsókn
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Herman Winther, virkisstjóra, á tlf. 529015, ella senda ein teldupost til herman@elding.fo.

Umsóknin skal sendast við telduposti til herman@elding.fo í seinasta lagi sunnudagin 24. august 2025.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið