Fróðskaparsetur Føroya
Útgivið
19. august 2025
Útgongur
24. august 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært

Lýsing

Fróðskaparsetur Føroya lýsir eftir ph.d.-lesandi til starv í byggiverkfrøði sum liður í RECLAIM-granskingarverkætlanini.

Um verkætlanina
RECLAIM-verkætlanin snýr seg um átrokandi tørvin á, at vit gerast minni bundin av at innflyta ráevni. Hetta við at gagnmeta menningarmøguleikarnar í gróti, sum lokalt er grivið út, við tí fyri eyga at nýta tað í byggivinnuni. Føroyar eru í løtuni sera bundnar av innfluttum ráevnum til kervisarbeiði sum vegir og bygningar. Hesi evni verða flutt við skipi, og tað hevur við sær hægri CO2-útlát og økir møguleikan fyri tarni í veitingarketuni í infrakervisverkætlanum. Samstundis verður ein rúgva av basalti grivin út lokalt í sambandi við tunnilsbygging, men bert ein lítil partur verður brúktur í byggivinnuni.

Henda ph.d.-verkætlan hevur til endamáls at fara í holt við hesa avbjóðing at kanna, hvussu lokalt útvunnið grót á ein skynsaman hátt kann verða eyðmerkt, roynt og nýtt sum álítandi byggitilfar. Tann lesandi fer at kanna grótið á tvørfakligan hátt, undir hesum nýta jarðfrøðilig háttaløg sum tunnflísar, byggiverkfrøðilig háttaløg sum Micro Deval-royndir og royndarbetong eins og at gera kanningarroyndir við asfalti. Afturat hesum fer vitlíki at verða nýtt til at flokka og spáa um evnisligar eginleikar.

Væntaða úrtøkan er ein vísindaliga staðfestur og verkligur karmur til at innlima føroyskt grót í byggivirksemi eins og at fremja eitt umhvørvi, sum er bygt meira burðardygt og mótstøðuført.
Ph.d.-starvið er hugsað kandidatum við útbúgving í byggiverkfrøði, jarðvísindi ella tilfarsvísindi og við áhuga fyri burðardyggum infrakervi og tvørfakligari gransking.

Førleikar

  • Masterútbúgving í byggiverkfrøði, tilfarsvísindi, jarðfrøði ella líknandi
  • Grundleggjandi vitan um jarðfrøði er eitt krav
  • Áhugi í ella nakað av førleika innan vitlíkisgrundaðari dátugreining er ein fyrimunur
  • Samskifta sannførandi skrivliga og munnliga á føroyskum og enskum máli
  • Tú ert ágrýtin og dámar at arbeiða tvørfakliga og tvørtur um stovnar

Vit bjóða

  • Eitt samstarvssinnað umhvørvi við Fróðskaparsetri Føroya, Landsverki og Jarðfeingi
  • Møguleikan at geva títt íkast til burðardygga menning í Føroyum gjøgnum nýtta gransking við nógvari ávirkan
  • Møguleikan at taka lut í undirvísing og miðlan og at leggja fram títt arbeiði á tiltøkum bæði innanlands og uttanlands

Umsóknin
Umsóknin skal fevna um:

  • Upplýsingar um tína fakligu og yrkisligu bakgrund, royndir og motivatión fyri at søkja júst hetta starvið
  • Fult lívsrensl
  • Avrit av próvskjølum, váttanum og viðmælum. Sambandsupplýsingar hjá tveimum viðmælarum
  • Útgivin verk ella avriksmappu (ikki krav)

Setanartreytir
Setanin er ein 3 ára ph.d.-útbúgving við innskriving á Fróðskaparsetri Føroya sambært Kunngerð nr. 108 frá 10. juni 2025 um philosophiae doctor-útbúgving á Fróðskaparsetri Føroya. Umframt sjálvstøðugt vísindaligt arbeiði hevur ph.d.-útbúgvingin við sær, at umsøkjarin ognar sær royndir við miðling og undirvísing, at fullfíggja ph.d.-skeið sambært ávísum fortreytum.

Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, sum tú finnur her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelagið. Starvið er tíðaravmarkað í trý ár.

Freistin at søkja er 24. august. Starvið verður væntandi sett 1. oktober. Umsóknin skal – saman við øllum kravdum skjølum – sendast okkum umvegis okkara starvsportal her. Allir umsøkjarar fáa afturboðan um sína umsókn, og best skikkaðu kandidatarnir verða bjóðaðir til samrøðu.

Dagligi arbeiðsstaðurin er á Náttúruvísindadeildini á Vestaru Bryggju 15, FO-100 Tórshavn.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Karin Habermehl-Cwirzen, lektara, á karinhc@setur.fo ella tlf. 293943.

Um Fróðskaparsetrið
Fróðskaparsetur Føroya er vísindaligur granskingar- og útbúgvingardepil. Fróðskaparsetrið bjóðar undirvísing og gransking á altjóða stigi og virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan. Fróðskaparsetrið er sjónligt og tryggjar, at vísindalig grund er undir mentanarligum, samfelagsligum og vinnuligum virksemi í landinum. Á Fróðskaparsetrinum eru 25 útbúgvingar, umleið 850 lesandi og 180 starvsfólk.

Fróðskaparsetur Føroya er sjálvstøðugur, almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini eins og ásett er í lóg um stovnin. Fróðskaparsetrið tekur undir við Magna Charta Universitatum, verjir granskingarfrælsið hjá tí einstaka vísindafólkinum og eggjar til samstarv, kritiskt orðaskifti og til forvitna og óhefta leitan eftir nýggjari vitan og kunnleika.

Fróðskaparsetrið er í høvuðsheitum alment fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini. Harumframt eru fleiri verkætlanir fíggjaðar við uttanseturs stuðli frá m.a. Granskingarráðnum og vinnulívinum. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá lesandi og starvsfólki í góðum menningarumhvørvi.

Fróðskaparsetur Føroya er arbeiðsgevari, ið veitir javnbjóðis møguleikar. Vit eggja øllum skikkaðum kandidatum at søkja starvið, uttan mun til kyn, aldur, tjóðfrøðiligan uppruna, skerdan yrkisførleika, trúgv og kynsligan samleika. Vit eggja serliga til umsóknir frá bólkum, ið eru undirumboðaðir í akademiska heiminum.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið