Lýsing
Søkt verður eftir lívfrøðingi til avloysarastarv sum námslektari á Náttúruvísindadeildini í 1 ár frá 1. januar 2026 at rokna.
Starvsøki
Starvið fevnir serliga um undirvísing, vegleiðing og samskipan av evnum í lívfrøðiútbúgvingunum á Náttúruvísindadeildini. Hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við starvsfólk, sum eru knýtt at útbúgvingunum frammanundan.
Førleikar
Fyri at verða settur í starv skal umsøkjarin hava lokið viðkomandi kandidatútbúgving í lívfrøði, mýlalívsvísindi ella líknandi. Tað er fyrimunur at hava:
- ph.d. útbúgving í lívfrøði, mýlalívsvísindi ella líknandi
- royndir við undirvísing á hægri lærustovni
- góðar førleikar innan fyri smáverulívfrøði, eiturfrøði og kyknulívfrøði
Umsókn
Umsóknin skal skrivast á enskum og skal – saman við cv, avriti av próvskjølum og yvirliti yvir vísindalig avrik – sendast okkum umvegis okkara starvsportal her.
Setanartilgongd
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, sum sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.
Umsóknarfreistin er 20. november 2025.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sunnvør í Kongsstovu, lektara, tlf. 292565, t-post sunnvork@setur.fo.
Um Fróðskaparsetrið
Fróðskaparsetur Føroya er vísindaligur granskingar- og útbúgvingardepil. Fróðskaparsetrið bjóðar undirvísing og gransking á altjóða stigi og virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan. Fróðskaparsetrið er sjónligt og tryggjar, at vísindalig grund er undir mentanarligum, samfelagsligum og vinnuligum virksemi í landinum. Á Fróðskaparsetrinum eru 25 útbúgvingar, umleið 850 lesandi og 180 starvsfólk.
Fróðskaparsetur Føroya er sjálvstøðugur, almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini eins og ásett er í lóg um stovnin. Fróðskaparsetrið tekur undir við Magna Charta Universitatum, verjir granskingarfrælsið hjá tí einstaka vísindafólkinum og eggjar til samstarv, kritiskt orðaskifti og til forvitna og óhefta leitan eftir nýggjari vitan og kunnleika.
Fróðskaparsetrið er í høvuðsheitum alment fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini. Harumframt eru fleiri verkætlanir fíggjaðar við uttanseturs stuðli frá m.a. Granskingarráðnum og vinnulívinum. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá lesandi og starvsfólki í góðum menningarumhvørvi.